Ongi úrslit

Veðrið argar triðja umfar

Veðurforsøgnin fyri sunnudagin sær ikki tespilig út, og tað ávirkar dystirnar í MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum

© Mynd: Jens Jákup Hansen
Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Fríggjakvøldið er fyrsti dystur í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni, tá EB/Streymur fær vitjan av KÍ við Margáir í Streymnesi.

Síðani skuldu hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin 22 . mars.

Men orsaka av keðiligari veðurforsøgn hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at avlýsa allan fótbólt sunnudagin, og í staðin framskunda tríggjar dystir til leygardagin og útseta ein dyst til mánadagin.

B36 og B68 spæla leygardagin klokkan 17:00, og ein tíma seinni, klokkan 18:00 byrjar dysturin millum 07 Vestur og Skála, og klokkan 18:30 fara NSÍ og AB á vøllin.

Fimti dysturin í triðja umfari, sum er millum Víking og HB, verður fluttur til mánakvøldið 23. mars klokkan 18:30.

Veðrið ávirkar eisini fyrsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum. NSÍ og Skála møtast við Løkin í Runavík fríggjakvøldið klokkan 19:00, meðan enn óvist, nær hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46