Ongi úrslit

Veðrið annan jóladag

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Norðan- og eystantil klárt ella smáskýggjað við sól ella sólgottum; sunnan- og vestantil samdrigið ella hálvskýggjað og turt. Í kvøld gongur hann upp í  útnyrðing og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og turt. Í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað við sólglottum og turt. Hitin 3 til 8 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt við sólglottum. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt. Seinnapartin gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Mánadagin

Lítið lot norðan, sum frá líður av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 2 til 8 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og turt fyrrapartin, men út á dagin og gamlaárskvøld hálvskýggjað og regn ella kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57

So nógvir danir vilja senda muslimar av landinum

20. desember kl. 14:30