Ongi úrslit

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

Áki Bertholdsen
22. desember 2025 kl. 09:31

Landsstýrið fer nú at seta aldursmark á fyri, hvør skal sleppa at keypa orkudrykkir. Í næstum fer Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum, nevniliga at seta eina kunngerð í gildi har tað stendur, at tað verður bannað at selja orkudrykkir til børn og ung undir 18 ár.

Sostatt verður sama aldursmark galdandi fyri orkudrykkir sum fyri sigarettir og rúsdrekka og á sølustøðum skal aldursmarkið verða týðiliga víst við einum skelti.

Spurningurin um at seta aldursmark á orkudrykkir, hevur verið frammi av og á.

Í hesum sambandi eru orkudrykkir ein leskidrykkur, har tað er meiri enn  enn 15 mg av koffein fyri hvørjar 100 millilitur.

Í orkudrykkum er oftani mangt slíkt av koffein í og Heilsustýrið hevur mælt til, at nýtslan av orkudrykkjum verður avmarkað.

Somuleiðis hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan víst á, at børn og ung eiga ikki at drekka orkudrykkir.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at eitt barn, ið vigar 40 kilo, og tá er tað umleið 11 ár, ikki eigur at fáa meira enn 100 mg av koffein um dagin.

Tað merkir, at tað er ikki trygt hjá børnum at fáa meiri enn 2,5 mg koffein fyri hvørt kilo tey viga.

Hægst loyvda nøgdin av koffeini í orkudrykkjum er 320 mg fyri hvønn litur - og vanliga er tað júst henda nøgdin av koffei, sum er í  orkudrykkjum.

Tað merkir, í eini hálvlitursfløsku ov orkudrykkjum eru 160 mg av koffein.

Men koffein er eisini í øðrum mati og drekkivørum. Eitt nú eru 160 mg av koffein í einum lituri av te, í eini vanligari kola eru 92 mg, og í ljósari sjokulátu eru 60 mg av koffein fyri hvørt kilo.

So tilsamans er skjótt at fara upp um tilmæli frá heilsumyndugleikunum.

Fólk verða bundin av koffein, men ovurnýtsla kann elva til órógvaða hjartarútmu, høgt blóðtrýst, hjartabankan, andaneyð, magapínu, vaml, angist, vøddaskjálvtar, órógv, svøvnórógv og í ringasta føri hjartasteðg.

Harafturat kunnu orkudrykkir elva til sýruskaðar á tenninar.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

19 tímar síðan

Ein umbering

12. februar kl. 08:30