Ongi úrslit

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

John Ivar Venned
8 tímar síðan

Eg far hervið at biðja Sjúrða Skaale um eina umbering. Eg síggi at her er hend ein misskiljing orsaka av tí “góða” málburðinum sum vitlíki skuldi hjálpa mær við. Tá eg royndi at seta tín retorikk upp ímóti tí myndini man fær av ekstremum islamistum sum Kasra Aarabi, sum eg veit at ELNET brúka sum ræðmynd av tí ringasta Islam hevur at bjóða uppá. Men so endaði mín rættlesari at venda málburðinum á høvdið, soleiðis at tú fekk tað fatan, at eg helt tú sympatiseraði við Kasra Aarabi. Og so kom ein fótbóltspælari við í leikin og forvirraði alt enn meira.

Og tann dulnevndi advokaturin, er frá tí døminum tú nevndi á Fólkatinginum einaferð, um ein mannarættindaforkempara, sum hevði mist trúnna á integratión. Hetta orsaka av einum advokati, sum skuldi havt brotið sína tagnaðarskyldu til frama fyri sharia-lóg. Tað kann vera at eg minnist hetta dømið heilt galið, men skrivihjálpin forpurraði tað enn meira.

So nú vil eg bara biðja teg um orsaka, Sjúrður, at eg fekk gjørt alt so fløkjasligt. Vitlíki sum skuldi hjálpa mær, við mínari kaotiskari og skjótari skriving, við at umseta mínar danismur og ensku orð, endaði við at sabotera mínar royndir at verða málsliga betri og neyvari (eg nýtti tað eisini til at gera hasa faktaboksina niðast í greinini). Orsaka.
Út av virðing fyri tær, fari eg framyvir ikki at nýta vitlíki at rættlesa mínar greinar. So vóni eg at tú - og tú, kæri lesari - fer at bera yvir mær, nú tá málburðurin fer at versna eitt sindur í góðsku.

Eg vil ikki skeldast. Eg vil gevast við at bara ákæra teg fyri hetta og hatta. Eg vil gjarna venda tónanum, so at tað ikki endar við fleiri ad hominem álopum. Eg vil gjarna finna felags jørð at standa á, tú og eg Sjúrður.

Vit kunnu báðir semjast um, at vit ikki vilja hava ekstremir islamistar sum leiðarnir av ISIS, at virka í Skandinavien. Ei heldur fólk sum Kasra Aarabi ella leiðarnir av Hamas. Tað kann eg ikki ímynda mær, at nakað samfelag er áhugað í, óansæð teirra stats-religión. Men kunnu vit báðir eisini semjast um, at har ikki eru 300.000 av slíkum islamistum í Danmark. Ella hvat? Eg tulki tølini frá PET sum at tað er ein góð leið vit eru á. Tøl frá Rockwool Fondinum vísa eisini á eina veksandi sekularismu í 2. og 3. ættarliðum av muslimum í Danmark. Eru tey kanska altíð ein hóttan óansæð hvat tølini siga? Verður ein muslimur altíð ein potentiellur ekstemur islamist í tínum eygum? Eg vil gjarna vita tað.

Og hvussu við tí vanliga musliminum í Gaza? Heldur tú at tey øll eru líka ekstremistisk sum teirra leiðarar? Hava tey uppiborði at vera bumbaði orsaka av gerðunum av teirra ekstremistisku leiðarum? Eisini teirra børn? Eg kann næstan garantera tær fyri, at tú ikki hugsar at alt Russland skal javnast við jørðina, orsaka av hvat Putin hevur gongd í. Eg dømi heldur ikki ísraelan fyri tað sum stjørnin í Ísrael ger. Eg dømi ikki allar amerikumenn eftir Trump-stjórnini. Eg føli við øllum hesum heilt vanligu fólkunum, sum verða drigin inn í ekstremistiska myndina vit fáa av allari tjóðini, orsaka av tí sum stýrið ger. Tí biðji eg teg - Sjúrður Skaale, sum situr við so nógvari makt og, álitinum hjá okkum sum hava valt teg inn - tí bøni eg teg um at hava eitt sindur av samkenslu, við teir tilflytarnir í Skandinavien, sum onkuntíð eisini eru flýggjaðir frá júst tí ekstremismuni tú óttast. At hyggja at tølunum; teimum 99.9% og kanska síggja nøkur fitt, andlit - nøkur við turriklæðið - á veruligum menniskum, sum onki ónt vilja tær og bara vilja liva her í friði og náðum. Kanska kanst tú finna tað í tær, at síggja tey sum fólk ið eisini hava uppiborði tey somu rættindi sum vit øll onnur.
Eg vóni vit framyvir kunnu kjakast enn meiri sakligani og við mini runu-blakaríið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48