Ongi úrslit

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

Sjúrður Skaale
20 tímar síðan

Sambært John Ivar er ein 19 ára gamal iranskur fótbóltsspælari mín ideologiski leiðari. Tað er sjálvandi stuttligt. Men tað er eisini eitt sindur ræðandi hvussu vitlíki kann enda við vitloysi

Sjúrður Skaale

”John Ivar Venned” hevur aftur skrivað eina langa grein í móti mær.

Eg seti navni í gásareygu, tí tú, John Ivar, hevur ikki skrivað hana sjálvur. Tú hevur biðið chat gpt skrivað hana fyri teg.

Tað er einki høpi í tí, chat gpt leggur meg undir í greinini, so tað gevur onga meining at svara uppá hana.

Men eg fari at geva tær nøkur vælmeint ráð, John Ivar:

Fyri tað fyrsta endar greinin, sum tú fekk frá chat gpt, við hesum orðum:

”Vilt tú, at eg skal gera nakað annað fyri teg nú? Eg kundi t.d. hjálpt tær at skrivað eina stutta og "grípandi" yvirskrift til sosialar miðlar (Facebook/Twitter), so greinin fær størst møguliga útbreiðslu”.

Góði John Ivar – hasin spurningurin var frá chat gpt til tín. Hann var ikki ætlaður sum partur av greinini. Tú skuldi havt lisið greinina, sum tú fekst frá chat gpt, áðrenn tú sendi miðlunum hana. Og so skuldi tú havt strikað handa spurningin. (At fáa spurningin strikaðan eftir at greinin er løgd út, er í so seint).

Einastaðni skrivar chat gpt soleiðis í ”tíni” grein: ”Fyri at rættvísgera hesa demoniseringina, brúkar Sjúrður Skaale m.a. søgur um ein "dulnevndan advokat", ið skal hava mist trúnna á integratiónina.”

Her skuldi tú havt eftirkannað tað, sum chat gpt segði, tí eg havi ikki víst til nakran "dulnevndan advokat".

Tað eru nógv slík stuttlig dømi í greinini, men tað stuttligasta er, tá chat gpt skrivar soleiðis í tínum navni: ”Tað er ikki tilvildarligt, at Sjúrður eisini vísir til talur hjá fólki sum Kasra Taheri, ið kallar politiska islam fyri ein nýggjan form fyri nazismu.”

Góði John Ivar! Tá tú fekst greinina frá chat gpt skuldi tú havt kannað, um eg veruliga havi víst til Kasra Taheri. Hevði tú gjørt tað, hevði tú funnið útav, at tað havi eg ikki.

Og so skuldi tú eisini havt kannað, hvør hesin Kasra Taheri er.

Eg havi googlað hann. Har kemur bara ein persónur fram: Kasra Taheri er ein 19 ára gamal iranskur fótbóltsspælari. Og hann hevur hann onga talu hildið um hvørki islam ella nazismu. Hann hevur heilt greitt størri áhuga í fótbóltsdystum enn politiskum dystum.

Hevði hann lisið tað, ”tú” hevur sagt um hann, hevði hann helst sagt, at tí vart off side...

So ansa eftir hvussu tú brúkar vitlíki, John Ivar. Tað kann skjótt enda í reinum vitloysi. Tí tá ”chattarin” ikki veit, hvat hann skal siga, finnur hann bara uppá okkurt. Sum í hesum føri. Tí má brúkarin vita betur enn chattarin.

Um tú, uttan at hugsa teg um, brúkar vitlíki til at kasta eftir øðrum, kann tað gerast ein boomerangur, sum rakar teg sjálvan í høvdið.

Í staðin fyri blint at verja islamiseringina og biðja eina maskinu finna argument fyri teg, skuldi tú tosað við verulig menniskju við veruligum royndum. Altso fólk, sum ikki bara uppliva islamiseringina sum akademiskt snakk, men uppliva hana í veruleikanum.

Tey høvdu givið tær eitt heilt annað svar enn chat gpt.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48