Næstan fjórði hvør dani heldur, at muslimar skulu sendast av landinum. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum greiningarfyritøkan M.B.C. hevur gjørt fyri Weekendavisen.
Í kanningini, sum byggir á svar frá 1.390 fólkum, vórðu danir bidnir um at taka støðu til í hvønn mun tey eru samd ella ósamd í, at muslimskir tilflytarar skulu sendast av landinum?
13 prosent svaraðu, at tey eru púra samd, meðan 11 prosent partvíst eru samd. Hetta merkir, at tilsamans 24 prosent taka undir við útsøgnini.
34 prosent eru púra ósamd, og 16 prosent partvíst ósamd. Samstundis svaraðu 23 prosent, at tey hvørki eru samd ella ósamd, meðan fýra prosent søgdu seg ikki vita.
Í somu veljarakanning vórðu danir eisini spurdir, um teir halda, at islam eigur at gerast bannað í Danmark.
Her svaraðu 18 prosent, at tey eru púra samd, meðan 13 prosent partvíst eru samd. 18 prosent svaraðu, at tey hvørki eru samd ella ósamd, 14 prosent eru lutvíst ósamd, og 32 prosent púra ósamd.
Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, tekur ikki kanningina í stórum álvara.
-Tað er púra greitt, at danir eru framman fyri politikararnar, tá tað snýr seg um tilflytarapolitikk. Veljararnir hava givið sær far um støddina og umfangið av trupulleikunum, nógv meira enn tey flestu her á Christiansborg, sigur hann við Weekendavisen.
Hann leggur tó dent á, at hann hvørki vil hava bann móti islam ella vil senda muslimar av landinum.