Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt lítið av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin 5 til 9 stig.
Mikudagin
Lítið lot vestan ella av útsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur. Hitin 3 til 9 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin 3 til 9 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi og norði, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur. Hitin 5 til 9 stig, um náttina niður í 3 stig.
Leygardagin
Minkandi vindur av norði úr frískum loti til frískan vind á morgni, 5 til 10 m/s, niður í eitt lítið lot seinnapartin, minni enn 4 m/s, samdrigið og turt. Um kvøldið og náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, enn samdrigið og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.