Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 2 til 7 stig. Í nátt hækkar hann í eystan og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin minkar til millum frostmarkið og 5 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveðri, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind upp í strúk af landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum 1 og 6 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av eystan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og einstøk æl, í støðum við vátakava. Hitin millum 2 og 7 stig.
Mikudagin
Frískan vind upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum 2 og 7 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað við sólglottum og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.