Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Í kvøld veksur hann vindin upp í strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og tað fer at regna. Út á náttina frískur vindur upp í strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, framvegis samdrigið, men ber okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og út á seinnapartin fer at regna. Um kvøldið minkar hann vindin niður í lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, framvegis samdrigið og regn. Men út á náttina smá- ella hálvskýggjað og tað slítur í. Hitin 4 til 9 stig.
Mikudagin
Fyrrapartin lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, tað dregur á luftina, men yvirhøvur turt. Út á seinnapartin og um kvøldið frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Um náttina minkar hann vindin niður frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og bert okkurt einstakt ælið. Hitin 4 til 9 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.
Fríggjadagin
Hann veksur vindin upp í strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið og um náttina frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, men framvegis samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi ella suðri, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.