Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Frískur vindur til strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn, í støðum við vátakava. Eystast í landinum eystan eitt skiftið. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn við vátakava. Sunnast tó bert okkurt ælið. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið ella vátakavaælið. Hitin 0 til +5 stig.
Leygardagin
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og okkurt ælið, møguliga við vátakava. Um kvøldið lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Um náttina meira vindur, frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Hitin -1 til +5 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind, malandi úr vestan, í útsynning og upp í norðan, 10 til 15 m/s. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og vátakavaælaveður, um náttina bert okkurt ælið. Hitin 1 til 6 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 2 til 7 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 9 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 7 til 9 stig