Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot millum norðan og landnyrðing, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta. Út á seinnapartin dregur á luftina, og hann veksur vindin til frískt lot upp í frískan vind millum eystan og landsynning. Í kvøld veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir, út á náttina samregn og í støðum vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Sunnudagin
Fyrst frískt lot til frískan vind millum eystan og landnyrðing, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, kanska regn ella vátakavi í støðum. Út a seinnapartin og kvøldið longri ímillum ælini. Hitin 2 til 6 stig.
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, út á kvøldið landsynningur. hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, seinni av suðuri. Samdrigið og samregn. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, ið sum frá líður minkar niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, sum frá líður vaksandi til frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, hitin 3 til 7 stig