Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Seinnapartin hækkar hann í landnyrðing og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig, í støðum niður móti frostmarkinum.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind norðan og av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin minkar hann spakuliga niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sum vátakavi. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin millum 2 og 7 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin hækkar í útnyrðing og minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men út á kvøldið bert einstøk æl. Hitin millum 5 og 9 stig, um náttina kaldari, niður móti frostmarkinum.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn ella vátakavi. Seinnapartin støkkur hann í útsynning. Um kvøldið fer hann í sunnan og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður fer vesturum og hækkar í útnyrðing. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig. Um kvøldið veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Samdrigið og vátakavi ella kavi. Tað verður kaldari, millum frostmarkið og 5 stig.