Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum út á kvøldið hækkar upp í norðan, skiftandi skýloft við sólglottum, men eisini okkurt einstakt vátakava- ella kavaæl. Hitin 1 til 6 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum fyrrapartin fer niður í eystan, tað dregur á luftina, men yvirhøvur turt. Hitin 1 til 6 stig. Út á kvøldið veksur hann vinin upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn. Út á kvøldið og um náttina minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, og sum frá líður smá- ella hálvskýggjað og tað slítur í. Hitin 4 til 9 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á dagin dregur á luftina, og sum frá líður fer at regna, og vindurin veksur upp í frískan vind ella strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Um náttina aftur frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um náttina veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12