Ongi úrslit

Veðrið

© Visit Faroe Islands
Jóhanna Højgaard
25. februar kl. 13:20

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Út á seinnapartin og í kvøld veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað við sólglottum og bert einstøk æl, í kvøld fer at regna. Í nátt fer hann vesturum í útsynning og minkar vindurin niður í lot til frískt lot 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og einstøk æl. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður sunnan. Skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin til frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, men út á kvøldið fer hann aftur í útsynningur. Skiftandi skýloft og regn, seinni ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava ella heglingi. Hitin 1 til 6 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan vind upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum spakuliga fer suðurum upp í eystan. Hálvskýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Mánadagin

Frískan vind upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig, um náttina kaldari, niður í -2 stig.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12