Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað og einstøk æl. Í kvøld fer hann eysturum fyrst í norðan, út á náttina í landnyrðing. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 9 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkar niður í lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Um kvøldið og náttina minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og einstøk æl. Hitin millum 4 og 9 stig.

Týsdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 9 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, út á náttina hækkar hann í útnyrðing. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 10 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum spakuliga hækkar og fer eysturum í landnyrðing. Skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig, um náttina niður ímóti frostmarkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43