Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum í kvøld veksur upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi og vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum tám ella mjørki, og eisini okkurt ælið ella sirm í støðum. Hitin 7 til 12 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot um sunnan, 3 til 8 m/s, vaksandi upp í frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi og vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind millum vestan og sunnan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið og um náttina ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 12 stig.
Hósdagin
Lítið lot til frískt lot vestan, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á dagin ella kvøldið lækkar ættin niður í sunnan, tað dregur á luftina og sum frá líður fer at regna eitt sindur. Hitin 8 til 12 stig.
Fríggjadagin
Lítið lot til frískt lot av útsynningi, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.