Ongi úrslit

Veðrið 5 daga forsøgn

© Marc Zimmer
Jóhanna Højgaard
4. juni kl. 12:06

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Í nátt lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind vestan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan. Um kvøldið og náttina melur av ymsum ættum. Hitin 6 til 11 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 12 stig.

Sunnudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 12 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Út á seinnapartin gongur hann upp í eystan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Um náttina kemur hann høgt og veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 6 til 13 stig.

Kelda https://www.vedur.fo/

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

Í gjár kl. 20:20

Føroyskur dansur og gott lag

8 tímar síðan