Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, seinnapartin vaksandi til strúk í vindi upp í skrið millum eystan og landsynning, 13 til 18 m/s. Skýggjað og bert okkurt ælið í støðum. Hitin 3 til 6 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og stundum regn ella driv. Út á kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind til strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Sólglottar og okkurt ælið, hitin 3 til 6 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, kanska vátaslettingur ella heglingur í støðum. Hitin millum 2 og 6 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan ella av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strúk millum sunnan og landsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 4 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

Í gjár kl. 10:32

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15