Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 /s, í støðum norðanfyri lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt sunnanfyri, regn norðanfyri. Sirm og mjørki kring alt landið. Seinnapartin lítið lot eystan, minni 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Móti kvøldi lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað, mjørki og regn, stundum grovt regn, fyrst sunnanfyri. Í nátt lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, mjørki í støðum og okkurt ælið. Hitin 7 til 10 stig.
Mánadagin
Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, mjørki í støðum og okkurt ælið. Seinnapartin eystan og yvirhøvur turt. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 10 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin +5 til +9 stig, um náttina +3 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og vátakava- ella kavaæl. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður møguliga við vátakava. Hitin +2 til +6 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Sum frálíður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, kavi ella kavaæl. Hitin lækkar úr +4 til +7 stigum niður í +1 til +5 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og vátakava- ella kavaæl. Hitin -1 til +4 stig.