Ongi úrslit

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
3. november 2025 kl. 21:20

Ein vanligur metrotúrur í Keypmannahavn endaði sum ein sera óhugnalig uppliving, tá ið tríggir menn í masku á miðjunátt togaðu í neyðbremsuna og fóru úr tokinum.

Hetta var umleið klokkan 02.40 leygarnátt, tá ið tokið steðgaði mitt í tunlinum móti Forum Station. Tríggir persónar í hvítum búnum stigu fram úr myrkrinum. Andlitið goymt burtur við masku og følskum blóð málað kring eygu og munn. Summir teirra høvdu GoPro-kamera um ennið.

Teir fóru út á skinnararnar og málaðu tokið við reyðum og grønum spreydósum. Ferðafólk stóðu sum steinrunnin og vistu ikki, hvat ið tey skuldu gera, meðan starvsfólk í tokinum royndu at fáa samband við metroforvaldið.

45 minuttir gingu, áðrenn tokið byrjaði at koyra aftur. Har var eingin løgregla á staðnum, bert nøkur metrostarvsfólk, sum sissaðu ferðafólkini.

Enn er einki at frætta um, hvørjir gerningsmenninir eru.


Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01