Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Frískt lot til frískan vind vestan 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men eisini okkurt vátakava- ella kavaæl. Í kvøld minkar hann vindin niður í lítið av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, tað verður sum frá líður skýggjað við onkrum vátakava- ella kavaælum. Í nátt aftur frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt vátakava- ella kavaæl. Hitin um frostmarkið og upp í 5 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi og vestan, 10 til 15 m/s. Um kvøldið og um náttina, norðanfyri í landinum, fyrst minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, síðan vaksandi upp í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s; um kvøldið og um náttina, sunnanfyri í landinum, frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Alt samdøgrið skiftandi skýloft við vátakava- ella kavaælum. Hitin 1 til 6 stig.
Mánadagin
Lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 6 stig. Um kvøldið veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn. Út á kvøldið og um náttina frískt lot ti l frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður smá- ella hálvskýggjað og tað slítur í. Hitin 4 til 9 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinni út á dagin dregur á luftina, tað fer at regna, og vindurin veksur upp í frískan vind ella hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Hitin 4 til 9 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.