Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin ádrigið og ælaveður. Út á seinnapartin og fram til í nátt skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í støðum tám ella mjørki. Hitin 3 til 8 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin veksur hann upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og sum frá líður fer at regna. Seint á kvøldið slítur í, og vindurin minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 4 til 9 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveðurokkurt ælið. Seinnapartin framvegis frískt lot til frískan vind, men hann gongur upp í vestan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og tað slítur í. Hitin 5 til 9 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind vestan, sum út á fyrrapartin lækkar niður í útsynning, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og jólanátt frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og turt. Hitin 5 til 9 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin ádrigið og ælaveður. Út á seinnapartin og fram til í morgin skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.