Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Út á seinnapartin framvegis frískur vindur upp í hvassan vind, men hann hækkar upp í eystan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, út á náttina hækkandi til landnyrðing, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin fríkst lot til frískan vind, lækkandi niður í landsynning, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn, kavi ella vátakavi. Hitin 1 til 6 stig.
Sunnudagin
Fríkst lot til frískan vind av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft kýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina veksandi til frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 1 til 6 stig.
Mánadagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, fyrrapartin møguliga við vátakava. Hitin 2 til 7 stig. Seinnapartin eitt skiftið niður í lítið lot av ymsum ættum, samdrigið og ælaveður. Út á kvøldið og náttina veksandi upp í fríkst lot til frískan vind av útsynningi, 3 til 8 m/s.
Týsdagin
Fríkst lot til frískan vind av útsynningi, sum út á dagin gongur eysturum til landsynning, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 2 og 8 stig.