Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Frískur vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og sum frá líður ælaveður í støðum. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í hæddunum kanska vátakavi. Tá líður á fyrrapartin gongur hann niður í sunnan og veksur vindin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og samregn. Seinnapartin gongur hann vesturum aftur til útsynning og veksur vindin upp hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, enn samdrigið og regn. Um kvøldið ælaveður eina løtu, men fram ímóti midnátt og alla náttina aftur samregn. Hitin 5 til 10 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið í støðum. Tá líður á fyrrapartin veksur vindurin upp í Frískur vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, tað dregur á luftina, og sum frá líður er ælaveður. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan 8 til 13 m/s, sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 5 til 9 stig.
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi. Seinnapartin veksandi upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina minkandi niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, enn skýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi. Um kvøldið gongur hann niður í sunnan. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum vátakavi. Hitin 4 til 9 stig.