Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt, í kanska okkurt ælið.Hitin 4 til 9 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum tám ella driv. Seinnapartin og frameftir hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 3 til 8 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin veksur hann upp í frískan vind upp í strúk, 5 til 10 m/s, og sum frá líður fer at regna. Um kvøldið slítur í, og vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdagin - á tollaksmessu

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.

Mikudagin - jólaaftan

Lítið lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og jólanátt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og turt. Hitin 5 til 9 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17