Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
11. januar kl. 12:56

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld dregur á luftinga og tað fer aftur at regna. Í nátt hækkar ættin upp í eystan, men framvegis samdrigið og samregn. Hitin 4 til 9 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, sum út á dagin minkar niður í lítið lot upp í frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s. Út á kvøldið veksur hann vindin upp í frískan vind ella strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s og um náttina upp í strúk í vindi ella skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Alt samdøgrið skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Minkandi niður í lítil lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, í støðum við vátakava ella kava. Hitin 1 til 6 stig, men um náttina í støðum um frostmarkið.

Mikudagin

Lítið lot til frísk lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin um dagin 1 til 6 stig, út á kvøldið 4 til 8 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Sum fá líður minkar hann vindin niður í lítið lot  av útsynningi og suðri, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, sum út á kvøldið og náttina veksur upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12