Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Í kvøld og í nátt frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið við regni ella ælaveðri. Hitin 2 til 7 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, samdrigið við regni ella ælaveðri. Hitin 3 til 8 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot millum landsynning og eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið við regni og ælaveðri. Um náttina frískt lot til frískan vind millum landsynning og eystan, 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið við regni og ælaveðri. Hitin 3 til 8 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið við regni og ælaveðri, kanska eitt sindur av kava út á náttina. Hitin 2 til 7 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað stundum kavi ella kavaælaveður. HItin 0 til 5 stig, um náttina -2 til 3 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað við kava. Hitin -2 til 3 stig