Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Seinnapartin fer vindurin í útsynning og minkar niður í lot til frískt lot 3 til 8 m/s, í kvøld av ymsum ættum. Í nátt veksur vindurin aftur upp í frískan vind upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 8 stig, í nátt verður kaldari, úr frostmarkinum upp í 3 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi lækkandi í vestan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum 2 og 6 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið 18 m/s. Um kvøldið veksur vindurin upp í strúk í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður, sum frá líður regn. Hitin millum 4 og 9 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Um náttina fer hann í sunnan og veksur vindurin upp í frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Um kvøldið og náttina hækkar hann vesturum í norðan og minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.

Mánadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, seinnapartin vestan. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25