Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin eitt skifti niður í frískan vind til strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld veksur vindurin upp aftur í frískan vind til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Hitin millum 2 og 8 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Um kvøldið fer hann í sunnan og veksur vindurin upp í strúk í vindi ella skrið, 13 til 18 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Um náttina fer hann aftur í útsynning og veksur vindurin upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s. Hitin millum 3 og 8 stig.

Sunnudagin

Skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s. Seinnapartin hækkar hann í vestan og minkar vindurin spakuliga niður í hvassan vind ella skrið 15 til 20 m/s. Um náttina minkandi vindur. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum 1 og 6 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, sum frá líður fer í sunnan og útnyrðing og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn, í støðum við vátakava ella kavi. Um kvøldið fer hann í útsynning. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum frá líður vestan. Um kvøldið hækkar hann í útnyrðing og veksur vindurin upp í hvassan vind ella storm, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum 2 og 7 stig.

Mikudagin

Hvassur vindur ella stormur av útnyrðingi, 15 til 20 m/s, sum frá líður minkar niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Hálvskýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin millum -2 og +3 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46