Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað ella skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina, ælaveður, og sum frálíður regn. Hitin 6 til 8 stig. Í kvøld minkar til lítið lot av landsynningi, og hann gongur vesturum í útsynning, minni enn 5 m/s. Samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin í dag 6 til 8 stig. Í nátt lítið lot millum útsynning og vestan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður, men sum frálíður yvirhøvur turt, tó í støðum møguliga mjørki.
Mánadagin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s. Skýggjað, í støðum, mest vestan fyri, møguliga mjørki, tó út á dagin onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og møguliga okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og bert okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað, sól og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, men út á dagin ælaveður ella regn. Hitin 7 til 11 stig.