Ongi úrslit

Veðrið

© Shutterstock
Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin minkandi vindur niður í frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Í kvøld lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið. Í nátt gongur hann niður í sunnan, samdrigið og fram ímóti morgni fer at regna. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið okkurt ælið og um náttina turt. Hitin millum 4 og 9 stig, um náttina niður í 2 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin gongur hann upp í útnyrðing, smáskýggjað og turt. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina niður í 4 kuldastig.

Hósdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður leggur seg í landsynning og veksur upp í frískan vind upp í strúk 8 til 13 m/s, skýggjað og turt. Um náttina dregur á luftina og sum frá líður regn ella kavi. Fram ímóti morgni gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt kavaælið. Seinnapartin gongur hann upp í eystan og um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, sum frá líður samdrigið og regn ella kavi. Hitin 1 til 5 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Seinnapartin og um kvøldið lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og kavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.   

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

ABC fara til samráðingar í morgin

Í gjár kl. 11:05

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59