Alexis Mac Allister mátti fara tíðliga undir brús í dystinum móti Bournemouth í vikuskiftinum.
Í 58`inda minutti varð nýggi Liverpool spælarin útvístur fyri eina stempling.
Dómarin, Thomas Bramall, ivaðist ikki og gav argentinska HM-vinnaranum beinleiðis reytt kort. Avgerðin bleiv ikki broytt eftir at VAR hevði kannað hendingina.
Hetta var tó ein avgerð, sum hevur verið eitt av samtaluevnunum eftir dystin, og Liverpool leikarar, venjarar og viðhaldsfólk vóru alt annað enn nøgd við dómin.
Tí kærdi Liverpool reyða kortið, og nú hevur felagið fingið viðhald frá FA.
- Alexis Mac Allister fær ikki leikbann eftir at vit hava fingið viðhald í kæruni av reyða kortinum, sum hann fekk undir leygardagsins sigri á AFC Bournmouth, upplýsir Liverpool.