Ongi úrslit

Varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri fleiri innbrot

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 07:43

Leygardagin varð ein maður førdur fyri Føroya rætt, tí løgreglan vildi hava hann varðhaldsfongslaðan.

Tað hendi efir at løgreglan, fríggjadagin, hevði fingið tvær fráboðanir um innbrot.

Annað innbrotið var í Gamla bókhandli, men har varð einki stolið. Hitt innbrotið var á Hotell Tórshavn og har varð eitt sindur av rúsdrekka stolið, umframt nakað av pengum, men talan var um smáttarí, sigur løgreglan.

Men løgreglan sigur, at tjóvarnir vóru tiknir upp á vakmyndatól, so tað gekst bæði skjótt og væl at eyðmerkja teir - og eisini at fáa fatur á teimum.

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann og eina kvinnu. Kvinnan er leyslatin aftur, men maðurin er settur í varðhald. Tað varð hann tí hann er skuldsettur fyri fleiri innbrot og sostatt gjørdi løgreglan av at føra hann fyri rættin við kravi um, at hann varð varðhaldsfongslaður til málini verða kannað.

Og tað var dómarin samdur í og sostatt er maðurin varðhaldsfongslaður í tvær vikur ímeðan løgreglan arbeiðir við at lýsa málini.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44