Stórar avgerðir liggja fyri framman, ið koma at vera dýrar – í milliardaklassa.
Sum støðan er í dag, eigur sitandi samgonga ongar pengar og má læna til dagligan rakstur av samfelagnum. Ríkisveitingina hevur samgongan tó valt at skerja – ein inntøka, sum er trygg og stuðlar vælferðini.
Alt hetta fyri at varðveita eina kenslu av misskiltari nationalismu, sum fyrst og fremst snýr seg um at avnokta alt, ið viðvíkir Danmark, so man í stilli kann fyrireika loysingina saman við Fólkaflokkinum.
Leggið nú fram eina fíggjarætlan uttan blokk, so tað gerst eyðsýnt, hvørjar avleiðingarnar verða av loysingarætlanunum. So kann føroyingurin síggja, hvørja ávirkan tað fær á vælferðarsamfelagið, um hendan gongdin heldur fram.
Sambandsflokkurin vil í hvørt fall ikki standa modell til, at man versnar um vælferðina. Vit vilja varðveita vælferð, varðveita samband og varða um borgaran.
Annfinn Brekkstein