Ongi úrslit

Vága kommuna samtykt at leggja tænastugjald á tóm hús

Sambært útrokningum, við støði í lógini, verður ásetta gjaldið 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús

vaga.fo
1 tími síðan

Á ársins seinasta býráðsfundi, 2. desembur 2025, samtykti Vága kommuna einmælt at nýta heimildina í nýggju løgtingslógini til at leggja eitt árligt tænastugjald á tóm hús í kommununi.

Lógarheimildin gevur kommununum møguleika at taka eitt gjald fyri felags kommunalar tænastur til hús, har eingin er skrásettur at búgva. Vága kommuna hevur gjørt eina uppteljing av støðuni, og hon vísir, at umleið 70 hús í kommununi standa tóm.

Sambært útrokningum, við støði í lógini, verður ásetta gjaldið 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús.

Bjarni Prior, borgarstjóri leggur dent á, at hetta er ein rættvís skipan, sum tryggjar, at eigarar av tómum húsum eisini gjalda fyri tær felags tænastur og undirstøðukervi, ið øll nýta — eisini tá húsini ikki verða brúkt sum fastur bústaður.

Hugsanin handan skipanina er m.a., at tóm hús skulu vera við til at fíggja felags tænastur, samstundis sum kommunan fær betri amboð at stýra nýtslu av húsum og framtíðar búseting.

Einmælt samtykt og greið kós framyvir
Við samtyktini tekur Vága kommuna eitt stig móti einari meira javnari og burðardyggari umsiting av húsum í kommununi. Arbeiðið at fyrireika innkrevjingina fer í gongd beinanvegin, og tað er einmælt samtykt í býráðnum, at gjaldið verður 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35