Ongi úrslit

Vága Floghavn sett met í ferðafólkum - men hevði kortini hall

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Aftur í 2025 gjørdist talan um methøgt virksemi hjá Vága Floghavn, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi.

Tað er upplýst nú Vága Floghavn hevði aðalfund í dag.

Í fjør ferðaðust 461.054 fólk um flogvøllin, og tað eru 3,8% meira enn tey 444.035, sum fóru um flogvøllin í 2024. Eisini setti nøgdin av farmi met, tí í fjør vórðu 8.400 tons av farmi flutt um flogvøllin og tað eru, 16% meiri enn í 2024.

Vága Floghavn ásannar, at tað ger mun í roknskapinum hjá felagnum. Men tað er somuleiðis ein sannroynd, at eisini útreiðslurnar hækka nógv, bæði orsakað av vaksandi virkseminum og tí at útreiðslur standast av laga felagið til enn størri vøkstur. 

Umframt hetta kemur, at krøvini til at reka ein flogvøll gerast støðugt strangari, og sostatt dýrari.

Sostatt vaks umsetningurin, men útreiðslurnar eru eisini hækkaðar nógv. So hóast bruttoúrslitið fór úr 56,8 milliónum í 2024 upp í 62,6 milliónum í fjør, gjørdist talan um lutfalsliga stórt hall.

– Vaksandi virksemið krevur fleiri hendur og sostatt eisini hækkandi starvsfólkakostnað. Afturat hesum koma munandi vaksandi fíggjarligir kostnaðir, nú stórar íløgur verða gjørdar, eins og at avskrivingarnar vaksa samsvarandi, sigur Vága Floghavn.

Talvan vísir gongdin í ferðafólkatalinum. Stóra afturgongdin frá 2020 - 2022, er sjálvsagt orsakað av koronu

Um rakstur felagsins fyri árið í fjør kann annars sigast, at starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu úr 39,7 milliónum, upp í 46,2 milliónir, og rakstrarkostnaðirnir fóru úr 30,1 millión upp í 32,2 milliónir.  Samanumtikið gjørdist talan um hall upp á 9,4 milliónir í fjør afturímóti einum avlopi upp á 1,4 millión í 2024.

Vága Floghavn er í gongd við stórar íløgur og aðrar eru í umbúna.  Sum eitt týdningarmikil partur av undirstøðukervinum, hevur Vága Floghavn eina serliga ábyrgd at tryggja, at fólk og farmur altí sleppur til og úr Føroyum við flogfari, sigur Vága floghavn.

Í fjør varð flogbreytin asfalterað, vendiplássini gjørd størri og ljósskipanin skift til LED.  Arbeiðið kostaði umleið 100 milliónir, sigur Vága Floghavn

Men vónirnar fyri í ár eru góðar og tað er aftur útlit til, at Vága Floghavn aftur fer at seta í ár, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi.  

Á aðalfundi felagsins varð nevndin afturvald, og nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.

Annars er nevndin soleiðis mannað: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Egil B. Joensen og Tórstein á Steig eru starvsfólkavald umboð.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

Í gjár kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

Í gjár kl. 11:50

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

12 tímar síðan