Jóansøka er á Tvøroyri, og tá plaga nógv fólk at leita sær á stevnu. Men Strandferðslan sigur, at hesa ferð vænta tey, at ferðafólkatalið við Smyrli fer at seta met.
Allir ferðaseðlarnir við Smyrli eru seldir á túrunum ímillum Suðuroynna og Havnina, sigur Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni.
Smyril fer av Havnini nú klokkan 13 og har eru allir teir 975 ferðaseðlarnir seldir, tí tað er tað talið á ferðafólkum, Hann hevur loyvi at føra.
Samferðsluleiðarin sigur harafturat, at tað fara fólk at standa eftir, sum ikki sleppa við.
Smyril fer Suður aftur klokkan 19 í kvøld og á tí túrinum eru 700 ferðaseðlar seldur.
Dánjal Samuelsen sigur, at fyribils verða ikki fleiri ferðaseðlar seldir til tann túrin, tí tey fólkini, sum standa eftir nú á miðdegi fáa møguleikan at sleppa suður í kvøld og so fæst at síggja um nøkur pláss eru eftir.
Og á túrunum suður í morgin eru fyribils 800 ferðaseðlar seldir.
Sama støðan er á túrununum norður aftur. Á túrinum norður leygarkvøldið klokkan 21.30, eru longu 940 ferðaseðlar seldir. Smyril fer eisini norður seinnapartin í morgin, klokkan 15.30 og har eru longu 300 ferðseðlar seldir.
Bara í morgin verða tað lættliga 1.300 ferðafólk við Smyrli av Tvøroyri til Havnar, sigur Strandferðslan.
Tilsamans fer Smyril at flyta eini 3.500 fólk, og einar 1.000 bilar suður á Tvøroyri á jóansøku.
Sum vit skrivaðu í morgum, er Teistin á veg suður við matvørum, sum stóðu eftir.
Men hann hevur eingi ferðafólk við. Samferðsleiðarin sigur, at tað tekur nakrar tímar at fáa loyvi til at taka ferðafólk við ein slíkan túr, so tey tóku støðu til, at tað høvdu tey ikki stundir at bíða eftir, so vildu tey heldur, at Teistin loysti tíðliga í morgun fyri at fáa farmin suður.