Ongi úrslit

VÆLKOMIN TIL BRAGDIÐ TOP RUN 2025

© Faroe Photo
Tíðindaskriv
Í gjár kl. 21:49

21. ferð á rað verður skipað fyri renning niðan á Sornfelli. Tað er Ítróttafelagið Bragdið, sum aftur í ár skipar fyri Bragdið TOPRUN

og renningin byrjar í Kollfjarðadali sunnudagin 6. juli kl. 17:30.

TOPRUN er ein spennandi avbjóðing, tí teinurin er í mótbrekku nærum allan vegin. Hóst talan er um tungan rennitúr, eru øll vælkomin at renna við.

TOPRUN er eisini motiónsrenning, tað vil siga, at øll, sum javnan motionera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN øll hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva.

Tíðaravmarkingin er tó 1 tíma og 45 min og teinurin er góðar 10 km.

Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km.

Rennarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka og kappast verður í fýra bólkum: Menn 14-39 ár, menn eldri enn 40 ár, kvinnur 14-39 ár og kvinnur eldri enn 40 ár.

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt sergjørt luttakarheiðursmerki.

Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygarkvøldið 5. juli kl. 22.00.

Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 16:30 til 17:00, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (í gamla Nato bunkaranum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.

Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 19.15.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Bragdinum bragdid.fo ella her: race result

Myndir: Faroe Photo

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45