Ársins JAN RESTORFF fór til matstovuleiðarin Karin Visth frá matstovuni Ræst.
White Guide Danmark, sum er ein matstovuguide, helt í kvøld sína árligu gallaveitslu. Har var millum aðrar, hesin prísurin, handaður.
Prísurin er uppkallaður eftir Jan Restorff sála, sum andaðist fyrr í ár. Hann var ein væl umtøktur matstovuleiðari í Søllerød Kro í nógv ár.
White Guide Danmark ger hesar viðmerkingarnar:
-Vit nevna ikki bara bestu matstovuna í Danmark. Vit heiðra eisini tey fólk og matstovur, sum skara framúr í okkara sergreinum.