Ongi úrslit

Uttan útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum hevði staðið illa til

© Helst verða hesi húsini minni verd, halda bankarnir
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað at stórliga brúk fyri, at vit hava útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum. Tað sigur Vinnuhúsið, nú nógv kjak er um hesi viðurskifti og summi tala fyri at avmarka talið á útlendingum í Føroyum.

– Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit manglað umleið 2.400 starvsfólk í Føroyum í dag, sigur Vinnuhúsið.

Tað hevði svarað til eitt negativt arbeiðsloysi upp á umleið 6-7 prosent. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist, sigur Vinnuhúsið.

Tey siga eisini, at uttan útlendska arbeiðsmegi í Føroyum, hevðu búskapurin verið einar tvær milliardir minni, og úrslitið hjá almennu kassunum hevði versnað upp ímóti 400 milliónir um árið.

Í Vinnuhúsinm halda tey, at tónalagið um útlendska arbeiðsmegi hevur verið óneyðuga hvassorðað.

Men tá ið hugsað verður um støðuna, ávara tey ímóti at fara fram í óðum verkum.

– Støðan ikki so dramatisk, sum hon ofta verður lýst. Fleiri tiltøk eru longu sett í verk, og bæði integratiónslógin og málskúlin fyri útlendingar, fara væntandi at styrkja arbeiðið við integratión.

Vinnuhúsið heldur, at tað er avgerandi fyri vælferðina og samanhangskraftina í samfelagnum, at útlendingalógin gevur góðar og greiðar møguleikar at manna størvini í Føroyum.

Tey vísa eisini á, at nógv teir flestu útlendingar, sum koma higar, koma í arbeiðsørindum, og nógv teir flestu fara av landinum aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

Í gjár kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

20 tímar síðan

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55