Ongi úrslit

Útróðrarbátur á land í gjárkvøldið - stendur har enn

rescue Vón fór til hjálpar, men teir sluppu ikki framat. Myndin er frá Eiðis Bjargingarfelag
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Beint eftir nátturða boðaði ein útróðrarmaður norðan fyri frá, at hann var farin á land við Sjeyndir, vestan fyri Stakkin.

Løgreglan sigur, er bjargingarbáturin, Rescue Vón, fór á staðið, men har vóru so vánalig líkindi, at tað var ikki hugsingur um at fara inn eftir manninum, sum var einsamallur í bátinum.

Tí varð tyrlan boðsend og hon tók mannin upp og av trygdarávum farð hann fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan veit ikki, hví hann fór á land, men tey í hvussu so er staðfest, at hann var edrúur.

Á sjóbjargingarstøðini, MRCC, siga tey, at báturin stendur har enn. Har eru os ring líkindi, at tað slepst ikki inn eftir honum - og støðan fer neyvan at broytast í dag - men Brimil er har um vegir og fylgir við.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

Í gjár kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09