Ongi úrslit

Útlenskur fótbóltur um vikuskifti

Her er alt tað besta av útlenskum fótbólti um vikuskiftini

Vilhelm Clementsen
4 tímar síðan

Premier League

Leygardagin: tann fyrsti dysturin sum fangar eygað er Arsenal ímóti Bournemouth, Hettar eru

tvey lið sum hava nógv at spæla fyri, Arsenal skal royna at varðveita gjónna til nummar tvey,

Manchester City, ímen Bournemouth skal royna at vinna fyri at enn vera við í kappingini um

Evropiskan fótbólt næsta ár.

Síðani er tað dysturin klokkan15 har Brentford spælur ímóti Everton, liðini eru jøvn í stigum,

men ein sigur vil senda anna feløgið á 6. pláss sum gevur Evropa League fótbólk næsta

kappingarár, her skal tó havast í mentu at liðið á 6. plássi, sum er Chelsea, skulu spæla

sunnudagin og kunnu tí vinna tað plássið aftur, men tað er ein trupul uppgáva hjá Chelsea sum

spæla ímóti Manchester City, tann dysturin er sunnudagin klokkan 16.30.

La Liga

Í La Liga eru eisini nakrir spennandi dystir. Í morgin er tað katalansk grannauppgerð ímillum

Barcelona og RCD Espanyol. Hettar eru ofta harðir dystir. Tann dysturin er klokkan 17.30

leygardagin.

Seinni leygardagin verður ein uppgerð ímillum Atletico Madrid og Sevilla. Atletico Madrid, sum

vunnu á Barcelona í Champions League eru væl fyri til dystin, men teimum tørvar ein sigur um

tað skal blíva til eitt triða pláss í ár. Ímeðan Sevilla stríðist við at koma úr botninum í La Liga -

og niðurflyting. Tann dysturin er klokkan 20 Leygardagin.

Sunnudagin verður eitt stór uppgerð har Athletic Bilbao spæla ímóti Villareal. Villareal liggur á

3. plássi og eru noyddir at vinna fyri antin varðveita tað, ella økja um munin niður til Atletico

Madrid.

Athletic Bilbao hava ikki havt tað besta kappingarárið í ár við skiftandi úrslitum, so ein sigur

ímóti nummar 3 kann geva teimum ein moralskan sigur sum kann bera teir langt.

Bundesliga

Í Bundesliga er spenningurin kanska mest um tey seinastu Evropisku plássini. Leygardagin spæla

Dortmund ímóti Bayer Leverkussen. Dortmund liggur nokkso trygt á øðrum plássi men enn eru

nakrir dystir eftur fyri at fáa fatur Bayern München sum liggja á fyrsta plássi.

Verri er hjá Bayer Leverkussen tí teir liggja á einum 6. plássi, sum gevur teimum Confrence

League undanumfar. Hettar er ikki tað, sum felagði ið annars spældi Champions League í ár,

hevði væntað, so ein sigur her mugu teir miða eftur. Dysturin er leygardagin kl 14.30.

Serie A 

Andrias og Hellas Verona skulu aftur í eldin leygardagin, hesa fer á útivølli ímóti Torino. Seinni

leygardagin spæla Atalanta ímóti Juventus, bæði liðini stríðast um at fáa tey seinastu evropisku

plássini.

Størsti dysturin hettar umfarið í Seriu A, er dysturin ímillum Inter og Como 1907, sum verður

sunnudagin. Inter liggur á fyrsta plássi og Como liggur á fjórða plássi.

Í seinastuni hevur Como hevur verði brúkt sum ímyndin av, hví tað gongur illa hjá Italskum

fótbólti, tí teir hava bara tveir Italienarar í felagnum, har tann eini er triði málverji hjá teimum.

Tó hava bæði feløgini spælt góðan fótbólt og liggja væl fyri í kappingini, so her er lagt upp til et

brak.

Hvar kann man síggja dystinar:

Her sært tú hvar dystirnir, sum eru nevndir oman fyri, kunnu síggjast og nær teir verða spældir.

Premier League:

Arsenal vs Bournemouth, klokkan 12.30, Leygardagin (Amazon Prime)

Brentford vs Everton, klokkan 15 Leygardagin (TV3 Max ,Viaplay)

Chelsea vs Manchester City, klokkan 16.30 Sunnudagin (See, Viaplay)

La Liga 

Barcelona vs RCD Espanyol, klokkan 17.30 Leygardagin (TV2 Sport X ,TV2 Play)

Sevilla vs Atletico Madrid, klokkan 20 Leygardagin (TV2 Sport X ,TV2 Play)

Athletic Bilbao vs Villareal, klokkan 20 Sunnudagin (TV2 Play)

Bundesliga

Dortmund vs Bayern Leverkusen, klokkan 14.30 Leygardagin (See, Viaplay)

Serie A

Torino vs Hellas Verona, klokkan 14 leygardagin (TV2 Play)

Atalanta vs Juventus, klokkan 19.45 leygardagin (TV2 Play)

Inter vs Como 1907, klokkan 19.45 Sunnudagin (TV2 Sport X,TV2 Play)

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43