Ongi úrslit

Útlendingar í Føroyum fáa almennan stuðul til at sita og trilla tummlar

Áki Bertholdsen
11. sepember kl. 10:06

Tað er ein spurningur um tað yvirhøvur gevur nakra meining at halda fram við fiskavirkisskipanini hjá Als.

Tað heldur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Fiskavirkisskipanin tryggjar fólki á fiskavirkjum eina minstuløn, hóast einki arbeiði er á virkinum í eina tíð.

Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýriskvinnuna um hvussu fíggjarliga roknistykkið sær út fyri teir útlendingarnar, sum koma higar at arbeiða.

Hon hugsar um, at útlendingar, sum koma higar, skapa ikki bara inntøkur, tí tað standast eisini útreiðslur av tí, eitt nú til familjusamanføringar.

– Tað er greitt, at útlendsk arbeiðsmegi, og familjusamanføring, hava bæði fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, sigur Ruth Vang.

Men hon staðfestir samstundis, at ongar fullfíggjaðar metingar eru gjørdar av hvørki kostnaði ella inntøkum av hesum fólkunum.

Men hon sigur, at arbeitt verður við at gera tær teknisku broytingarnar, sum krevjast fyri at fáa eitt yvirlit yvir hesi tølini.

– Danskar greiningar vísa, at sum heild er útlendsk arbeiðsmegi eitt positivt íkast til danska almenna búskapin, sigur Ruth Vang.

– Tað veldst tó í stóran mun um hvør arbeiðsmegin er, hvussu hon er komin til landið og hvørji krøv tað almenna setir.

– Er talan um fólk, sum koma í styttri tíðarskeið ella fólk sum vera verandi?

Taka tey familjuna við ella ikki?

Eru tey komin fyri at arbeiða, lesa ella er talan um flóttafólk?

Ruth Vang sigur, at tá ið Fast Track skipanin varð sett í verk, vóru eingi krøv sett til tey, sum eisini fingu familjuna við til Føroyar.

Fast Track skipanin ger tað smidligari at fáa arbeiðsmegi, uttan fyri norðurlond og ES, til Føroyar.

Síðani eru krøvini herd so at útlendingar, sum koma higar, skulu hava eina ávísa inntøku, áðrenn tey kunnu taka familjuna við til Føroya.

– Hetta hevur minkað talið á útlendskum familjulimum, sum koma til Føroya, niður í helvt, sigur landsstýriskvinnan.

Ruth Vang sigur, at serliga sæst, at alsamt fleir útlendingar arbeiða á fiskavirkjum og í framleiðsluvinnuni annars.

Tað er ført fram, at fiskavirkisskipanin er ein stuðul til fiskavirkini, og at hon heldur arbeiðsfólki fast í vinnu, sum liggur still - hóast stórur tørvur er á arbeiðsmegi aðrastaðni.

Tølini vísa eisini, at útlendingar eru ein vaksandi partur av fiskavirkisskipanini.

– Tað gevur lítla meining, at Føroyar innflyta arbeiðsmegi, sum verður alment stuðlað til ikki at arbeiða, heldur Ruth Vang.

Hon sigur, at skulu Føroyar mennast, er neyðugt at tilflytingin gevur eitt týðandi ískoyti til føroyska samfelagið.

– Til tað krevst ikki bara góð integratión og almenn fyrisiting sum kann taka ímóti.

– Tað krevur nevniliga eisini, at vit tora at seta krøv til tey sum koma, og at vit ikki hava skipanir sum skeikla vinnuna, og sum eggja til eitt óeffektivt vinnulív, sigur hon.

– Tí haldi eg, at vit eiga hyggja at, um vit eiga at lata fiskavirkisskipanina halda fram, sigur Ruth Vang.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14