Ongi úrslit

Útisiglarar vaksa ikki í havinum

Sonja Petersen, valevni fyri Sambandsflokkin
12 tímar síðan

Føroyingar, sum sigla uttanlands, eru ikki ein vøra, sum altíð er á hillunum. Teir eru ikki  eitt tilfeingi, sum kann sparast burtur.

Okkara útisiglarar eru føroyingar, sum arbeiða eins og vit onnur – og brúka sínar pengar heima í Føroyum, eins og vit onnur!

Vit skulu eggja føroyingum at arbeiða og ikki revsa teir. Okkara dýrabarasta tilfeingi eru okkara medmenniskju. Tí skulu okkara skipanir eggja føroyingum, sum arbeiða uttanlands, at verða búgvandi í Føroyum við góðum treytum.

Útisiglarar eru hart raktir av eini skeivari skattaskipan – tað er ikki í ordan!

Verði eg vald á Løgting, so vil eg brúka orku uppá at fáa hetta í rætt lag.

At velja Føroyar skal ikki revsast – tað skal eggjast!


X við Sambandsflokkin

X við Sonju Petersen


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

23 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36