Magni Christiansen, dugnaligi countrysangarin úr Vestmanna, hevur nýliga latið nýggja tónleikaútgávu av hondum.
Alt yvirskotið fer til arbeiðið hjá Frelsunarherinum í Herberginum.
Magni hevur í hesum sambandi útgávukonsert í Vesturkirkjuni hóskvøldið 4. desember klokkan 19:30.
Magni skrivar á Facebook, at hann eisini fer at syngja sangir av nýggju jólafløguni umframt aðrar sangir, sum hann hevur givið út gjøgnum árini.
Til ber verður at ogna sær útgávuna sum fløgu og LP-plátu.