Ongi úrslit

Ov langt hjá nógvum havnarfólki at fara til lækna

Áki Bertholdsen
27. november 2025 kl. 09:13

Í løtuni eru 800 fólk í Tórshavnar kommunu, sum ikki hava fastan kommunulækna.

Men nú hevur Heilsutrygd boðað býráðnum frá, at tey fáa ein kommunulækna afturat næsta ár, og helst verður játtan til ein kommunulækna afturat í 2027.

Sum er, eru 15 kommunulæknar í Tórshavnar kommunu: ein er í Kollafirði, fimm eru í Kirkjustræti í Hoyvík, fimm eru í Berjabrekku, og fýra kommunulæknar eru í Gundadali.

Sostatt hevur Býráðið fingið at vitað, at tað er bráðneyðugt, at tey útvega nýggja læknanum høli, og í tí sambandi hevur býráðið samtykt, at nýggi læknin verður í læknamiðstøðini í Kirkjustræti, sum verður bygd út til endamáli.

Men tað er ikki semja í býráðnum um hetta.

Býráðslimir vísa á, at allir læknarnir í Havn eru miðsavnaðir í Eysturbýnum, og víst varð á, at eingin kommunulækni er vestan fyri Gundadal.

Tí eru tað fleiri býráðslimir, sum heldur vilja hava ein nýggjan kommunulækna onkustaðni í Vesturbýnum ella á Argjum.

Tey halda, at hjá fólki á Argjum og í Vesturbýnum annars er tað alt ov langt til lækna.

Eitt nú varð víst á, at koronamiðstøðin á Landssjúkrahúsinum er tøk, og hon kann uttan iva verða leigað út til kommunulækna, til ein endalig loysn verður funnin.

Men tey í meirilutanum staðfestu, at tað er átrokandi at útvega nýtt høli, tí annars fer læknin, sum skal setast næsta ár, at gleppa teimum av hondum.

Og skjótasta loysnin er at byggja út á Kirkjustræti, heldur enn at byggja eina nýggja læknamiðstøð til fleiri læknar. Tað er heldur ikki ein loysn, sum kann verða avgreitt til næsta ár.

Tí vildi meirilutin í býráðnum heldur halda seg til at byggja viðtaluna í Kirkjustræti út, heldur enn at fara og leita eftir hølum í Vesturbýnum ella á Argjum til endamálið.

Hinvegin er semja um, at kommunulæknar eiga eisini at vera í Vesturbýnum og á Argjum – kanska á Argjahamri, men tað verður ikki í hesum umfari.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

21 tímar síðan

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25