Amerikanski verjusamstarvsstovnurin DSCA, skrivaðu á teirra heimasíðu í gjár fríggjadag, at Amerikanska uttanríkisráðið hevur tikið avgerð um at góðkenna eina møguliga sølu av Patriot og tilhoyrandi útgerð til donsku stjórnina. Hettar skrivar TV2.
Prísurin er mettur at hava ein prís uppá 8,5 milliardir dollarar, sum eru uml. 54,3 milliardir krónur.
-Henda ætlaða sølan fer at stuðla uttanríkispolitikkin og tjóðartrygdarmálunum hjá USA, við at betra um trygdina hjá einum NATO-sambandslandi, sum styrkir politiska støðufestið og búskaparliga vælferðina í Evropa, stendur.
Rakettverjuskipanin Patriot er tann mest framkomna rakettskipanin úr USA og er framleidd av amerikanska vápnarisanum RTX.
Á heimasíðuni stendur eisini, at sølan fer at økja um førleikan hjá Danmark, at standa ímóti núverandi og framtíðar hóttanum.
Sambært DSCA hevur danska stjórnin millum annað biðið um at keypa 36 Patriot-rakettir, og eina røð av øðrum sløgum av rakettum og uppskjótingarvognum.
Danska stjórnin hevur boðað frá, at Danmark, Svøríki og Noreg leggja saman, um at keypa vápn frá USA til Ukraina í einum nýggjum NATO-átaki.
Samstarvið, sum er kent sum Prioriteraði kravlistin hjá Ukraina (PURL) og sum er sett í verk gjøgnum Ukrainagrunnin, var sett í verk við eini gávu uppá, í fyrsta syftu 580 milliónir krónur frá Danmark.
Samlaði skandinaviski pakkin hevur eitt samlað virði á 3,2 milliardir krónur.
Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, hevur áður sagt at tað er rættvíst, at danskir og evropeiskir skattgjaldarar skulu fíggja keypið av loftverjuskipanum Patriot til Ukraina.
- Um vit nú ikki gera eitt óvanligt átak, fyri at hjálpa Ukraina í truplu støðuni tey eru í, so kunnu vit enda í eini nógv álvarsligari støðu, segði hann í juli.
Enn er einki endaligt keyp avgjørt frá donsku síðuni, men nu er altso grønt ljós komið frá USA.