Ongi úrslit

Uppskotið um Suðuroyartunnilin borið niðan aftur í Løgtingið

Áki Bertholdsen
1. desember kl. 21:10

– Bíðitíðin hevur drúgv - men nú er hon av. Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann skrivar á Facebook, at nú er uppskotið um Suðuroyartunnil aftur borið í Løgtingið.

Sostatt er tað greitt, at tað verður ein av fyrstu døgunum, at uppskotið kemur til viðgerðar.

Hann sigur, at tað var ein sorgardagur, at tað ikki bar á mál í vár.

– Men tað sum er farið, er farið, tí vit kunnu aftur fegnast um, at uppskotið er komið aftur í Løgtingið og kemur til viðgerðar ein av komandi døgunum, sigur Bjarni Hammer á Facebook.

Uppskotið, sum er borið í Løgtingið, er at gera ein tunnil ímillum Djúpadal og Sandvík, akkurát, sum upprunaliga ætlað.

Men vegaføringin á Sandi verður broytt, tí nú, eftir at bæði sandingar, og áhugafeløg av øllum handa slagi mótmælt ætlaðu vegaføringini við Sandsbygd.

Og tí er vegaføringin broytt í hesum nýggja uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið

Hann sigur, at í hesum sambandi er vegurin nú lagdur eystan fyri Sandsbygd í staðin upprunaligu ætlanina, har verður skuldi liggja fyri vestan fyri Sandsbygd, og so tvørtur um Sandarfløtt har velturnar eru, í vegin til eysturbygdirnar og vegin til tunnilsmunnan á Skarvanesi.

Tað merkir, at ætlaði tunnilin ígjøgnum Traðarhamar til eysturbygdirnar, verður gjørdur eitt sindur longri, so at hann kemur upp aftur norðan fyri býlingin í Trøðum á Sandi.

Síðani verður vegur lagdur eystan fyri Vatnið, norður um Meginsskúlan, har har hann so verður knýttur í vegin til Sandoyartunnilin.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14