Ongi úrslit

Uppskotið frá samgonguni er eitt sindur óunniligt

Sámal Petur í Grund, tingmaður fyri Sjálvstýri, heldur, at hetta er ikki tað rætta at gera
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Við hesum uppskotinum, frásigur samgongan sær 20 milliónir í inntøkum. Tað sigur Sámal Petur í Grund, tingmaður fyri Sjálvstýri.

Tað er stór ósemja um ætlanina hjá Løgtinginum at strika mvg á bensini og diesel í tríggjar mánaðir í summar, fram til 31. juli.

Andstøðan tekur ikki undir við ætlanini og sum vit skrivaðu í áðni, finst tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, sum er í samgongu, hvassliga at hesum.

Sámal Petur í Grund í sjálvstýrisflokkinum er púra samdur við atfinningunum. Hann sigur, at er ætlanin at stuðla teimum, sum koyra til og frá arbeiði, er at hækka ferðastuðulin.

Men við hesum uppskotinum frásigur samgongan sær allar mvg inntøkurnar av olju og bensini, sum ferðfólk brúka tá ið tey koyra runt í landinum.

Sámal Petur í Grund sigur, at samgongan heldur ikki at tað er neyðugt at gera húsarhaldsoljuna mvg fría, tí fólk brúka so lítið av olju um summarið.

Víst verður eisini á, at fólk koyra minni um summarið tí tá eru fólk í summarferiu so tað er minni koyring til og frá arbeiði.

Men kortini veksur sølan sølan av olju, bensini og diesel um summarið - og tað er tí at ferðavinnan, og ferðafólk brúka nógva olju og nógv brennievni.

Men nú frásigur samgongan sær allar mvg inntøkurnar av tí, sigur hann.

Men hann heldur at hann veit hví so er, tí samgongan sigur nevniliga, at uppskotið er gjørt í samráð við oljufeløgini - og tey hugsa bara um at selja nógv bensin og diesel.

Tað ger uppskotið hjá samgonguni eitt sindur óunniligt, sigur Sámal Petur í Grund.

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sigur, at oljufeløgini eru millum tey fáu, sum fáa nakað burtur úr hesum ætlanini, tí tá ið prísirnir eru høgir, minkar nýtslan, men tað ger hon ikki nú - við stuðuli úr landskassanum.

Ben Arabo, tingmaður fyri Javnaðarflokkin heldur, at hetta er ein serstøða, og at strika mvg er fyri at tað skal vera skjótt at seta í verk, tí tað er so einfalt at gera, heldur enn at gera nýggjar skipanir.

Sirið Stenberg, tingkvinna úr Tjóðveldi, sigur, at tað er óneyðugt at gera nýggjar skipanir, tí vit hava ongu eina skipan við orkuískoyti og familjuískoyti og tær skipanirnar kunnu lagast til í eini handavending - og so fáa tey stuðul, sum eru ringast fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

4 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

15 tímar síðan

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18