Ongi úrslit

Upplýsandi fundur fyri suðuroyingum um Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
24. november kl. 08:57

Ætlanin at gera ein Suðuroyartunnil, er burtur av dýrasta verkætlan í Føroya søgu.

Tað hevur eisini elvt til nógv kjak - men fyri einum hálvum ári síðani var full, politisk semja um at fara undir verkætlanina, sum Tunnilsfelagið hevði skotið upp, nevniliga at gera ein tunnil av Skarvanesi til Suðuroyar.

Men síðani kom ein privatur tunnilsbólkur við øðrum uppskotum og samstundis hava bæði Landsverk, Landsbankin, Búskaparráðið og áhugafeløg, umhvørvisverndarfeløg av ymsum slagi, og privatfólk, ávarað ímóti ætlanini

Og nú er summir politikarar eisini farnir at ivast.

Í kvøld verður almennur fundur í Suðuroy um verkætlanina. Fundurin verður í miðnámsskúlanum í Suðuroy klokkan 19 í kvøld.

Á fundinum fer Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, at greiða frá politisku gongdini í málinum og Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi, fer at greiða frá tí fíggjarliga partinum.

Men so fer nevndin í partafelagnum, Suðuroyartunlinum, at greiða frá verkætlanini.

Málið um Suðuroyartunnilin er á veg aftur í Løgtingið, og har skal Løgtingið taka støðu til, um Suðuroyartunnilin skal projekterast og bjóðast út.

Tá ið tilboðini eru komin inn, skal Løgtingið so taka endaliga støðu til, um farast skal undir verkætlanina, ella ikki.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02